Kuldin gevur gleði og óhugna

Oddagrein

 

Nú er avkavað, og landnyrðingurin kínir so turrur og berligur køldu oyggjunum. Hann kom so knappliga í ár, at vit vóru ikki rættuliga fyrireikað. Bilrøðirnar eru langar í høvuðsstaðnum. Fólk við óskøddum bilum seinkað ferðsluni óneyðugt og teirra líkasæla ella natni festir í manga illbønina. Og aftan á kemur setningurin: - Tað skuldi verið forboðið vil lóg, at bilførarar fara óskøddir út í ferðsluna.


Hann sigur frá stormi í vikuskiftinum og aftur meira kava, men fyrst skal ein hitabrúgv bloyta tað heila og gera ruðuleikan fullkomnan í ferðsluni. Børnini stórhugna sær. Kring landið verður skreitt og gjørdir kavamenn. Børnini eru dubbað í heitum og deiligum kavadraktur, sum meira minna um rúmdarbúnar enn vanlig klæði. Men turr eru tey, og reyðu kjálkarnir boðan frá sunnheit og vælstandi.


Og tað kavar eisini í Afghanistan. Onkuntíð av møkum, onkuntíð við heglingi og altíð við bumbum, sum knúsa og sora, oyða og merkja børn fyri lívið, Børn, sum vit sleppa at síggja dagliga á altjóðan fylgisveinasjónvarpinum, teirra ræðsla og sorg fylgir okkum inn í dreymin. Og hvat er eftir at bumba, ella sum smádrongurin spurdi pápa sín: -Babba, nyttar tað nakað at bumba telt?


Og kuldin úr Ruslandi hevur sent eina tungu niður í Palestina. Tað er kalt í fátæku palestinesisku bygdunum og kuldin úr norði ger sorgina enn svárari.


Í fjølmiðlunum eita tey deyðu yvirgangsmenn, men hjá teimum eru tað brøður og systrar, mammur og pápar, systkinabørn og vinir. Tey eru deyð og fara ongantíð at smílast aftur.


Og tað er kalt í nýbygdunum hjá ísraelsmonnum, bygdunum í palestinesiskum landi. Hóttanin hongur allatíðina, nær kemur næsta kúlan, nær kemur næsta bumban, nær standa tey fyri skotum, nær fara tey at missa síni næstu?


Tað er kalt í heiminum í løtuni og á evropeiska meginlandinum byrja fólk at seta spurnartekin við, um tað er rætt í 21. øld at løna eyga fyri eyga og tonn fyri tonn. Er ongin annar modernaður máti at loysa heimsins trupulleikar. Ella sum bretski forsætisráðharrin úttalaði fyrr í vikuni um Palestina. "Einaferð mugu fólk fara at tosa saman, spurningurin er bara nær og áðrenn tosað verður saman, heldur yvirgangurin fram.


Nær fara føroyingar at seta spurnartekin við allan harðskapin úti í heimi. Vit um miðan aldur minnast virknar føroyingar í sjeytiárunum, sum høvdu eina meining um hendingar, eisini uttan fyri okkara lítla dunnuhyl.