Kalda vetrarveðrið er byrja at koma á okkum og tað sæst eisini aftur á veðurforsøgnum frá veðurstovuni DMI.
Óstøðug luft kemur inn yvir Føroyar útsynningi. Seinni um kvøldið og í morgin kemur kaldari luft út norðri og veðrið fær eini meira vetrarligan dám.
Tað verður skýggjað í dag við ælaveðri. Av og á við vátakava og kava, og møguleika fyri heglingsælum og torusláttri.
Hitin fer at liggja millum trý og seks stig, sum seinni í kvøld minkar niður í millum null og fimm stig.