Kuldi og kavi um vikuskiftið

Vikuskiftið verður merkt av kuld og kavaavfalli

Danska veðurstovan DMI roknar við, at vikuskiftið verður merkt av vindi, kulda og kavaavfalli.

DMI sigur, at í dag verða 10-15 m/s av vestri og útnyðringi. Sum frálíður klárt í veðrinum, men eisini onkur kava- ella vátakavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Í kvøld og í nátt minkar vindurin nakað, 5-10 m/s av útnyðringi. Skýggjað og kavaæl. Hitin um frostmarkið.

Sunnudagin verða 10-15 m/s av útnyðringi. Skiftandi skýloft og kava- ella vátakavaæl, meira kavaavfall, tá ið tað er skýggjað. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.