Kuldi og óvanliga nógvur kavi hava gjørt, at vegirnir til og úr franska høvuðsstaðnum eru sera hálir, og innanríkisráðharrin, Brice Hortefeux, hevur biðið fólk lata bilin standa.
Fronsku veðurmenninir siga, at tað hevur ikki kavað so illa í París tey seinastu 25 árini sum í gjár.
Í gjárkvøldið máttu fleiri hundrað túsund gista í ráðhúsum, skúlum og aðrastaðni, tí tað var stutt sagt ikki koyrandi. Nógv gistu eisini í Charles de Gaulle-floghavnini, tí nógvar flogferðir máttu avlýsast.
Myndugleikarnir vænta, at ferðslan fer at koma í rættlag út á seinnapartin.