Kuldabylgja kravt 15 mannalív í India

Tað hevur verið óvanliga kalt í indiska landspartinum Andhra Pradash, sum er har suðuri í landinum. Myndugleikarnir hava nú fingið boð um, at í minsta lagi 15 fólk eru deyð síðani vikuskiftið, og sostatt hevur tað óvanliga vetrarveðrið kravt umleið 180 mannalív.

Sambært tíðindastovunum eru tað yvirhøvur eldri fólk og heimleys, sum eru deyð í kuldanum.

Veðurlagið har suðuri í India er tropiskt, og tað er sera sjáldsamt, at fólk doyggja í kulda í Andra Pradesh. Vanliga er veturin í India er vanliga stuttur, og í februar er longu lýtt aftur.