Kular Røtur í Havn

Kular Røtur og Trølla-Pætur fyrireika nú stóra konsert í ítróttarhøllini á Hálsi

Leygardagin 7. oktober verður stór konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tá fara Kulu Røturnar á pallin við vælkendum barnasangum, dansigentum og myndashowi á stórskíggja. Eisini fer Trølla-Pætur at verða við á konsertini.

Kular Røtur hava givið tvær fløgur út seinasta árið, og hesar fløgurnar hava verið serstakliga væl umtóktar. Sangir sum Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Grønir menn frá Pluto og Flippan var verið nógv at hoyrt.

Trølla-Pætur, sum hevur sungið onkran sang á fløgunum hjá Kulum Rótum, er nú farin at arbeiða við síni egnari fløgu, og næsta útspælið frá Kulum Rótum verður eitt sjónband, sum kemur í vetur. Á hesum sjónbandi verður tónleikur og teknifilmur.

Men næsta stóra uppgávan hjá Kulum Rótum verður í ítróttarhøllini á Hálsi, har fyrsta konsertini eisini varð hildin. Tað var í sambandi við at Creamy vóru í Føroyum. Síðani hava Kular Røtur spælt kring landið, og konsertirnar hava verið væl dámdar.