So gott sum allar bilverksmiðjurnar hava nú ein SUV (Sport Utility Vehicle) í somu stødd sum Ford Kuga. Bara í ár eru fleiri komnir og aðrir eru á veg, vit kunnu t.d. nevna VW Tiguan, sum kom fyrr í ár, og Volvo XC60 og Renault Koleos sum koma seinni í ár.
Ford Kuga, sum fyrstu ferð varð sýndur fram sum konseptbilur á Frankfurt Motor Show í 2007, er júst nú komin á marknaðin. Talan er um ein SUV í eini sera “populerari” stødd, og kappingarneytarnir eru nógvir
Kuga er bygdur yvir sama plattform sum Ford Focus og C-Max. Innan líkist Kuga nakað C-Max, men Kuga er meira sportligur við meira alulook panelum og sportsetrum. Hvat útgerð viðvíkur fæst Kuga í útgávunum Trend og Titanium, og hann fæst bæði sum FWD (Front Wheel Drive) og sum AWD (All Wheel Drive).
Motorurin er ein 2,0 diesel við 136 hk, og 6-trins girkassin er standard.
Ford Kuga líkist burturúr øðrum SUV í hesum klassanum við nokk so sermerktum designi, sum er bæði smart og tíðarhóskandi. Talan er um ein sera rúmligan bil, sum t.d. er væl egnaður til barnafamiljur.
Vit royndarkoyrdu Kuga í Titanium AWD útgávuni. Ein væl koyrandi og væl útgjørdur SUV við sera góðum plássi og er lættur at koyra og at umgangast í ferðsluni.
Ford Kuga kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu. Prísirnir byrja við 329.900 krónum.










