Kuffar gingu úr Selatrað til Havnar

22 tímar tók tað fimm ungum monnum at ganga teir 101 kilometrarnir úr Selatrað til Havnar. Tiltakið varð gjørt fyri at stuðla Føroya Felag móti Krabbameini

Teir fimm røsku mennirnir eru Bogi Sigurstein, Bárður Ellendersen, Trúgva Bech Árting, Karl Jóhan Midjord og Emil Dam. Teir eru allir skótar hjá KFUM & K. Ymiskar fyritøkur og feløg stuðlaðu við einari upphædd og fingu so eina lýsing á jakkarnar, sum teir fimm dreingirnir bóru á túrinum.
Gongutúrurin byrjaði hósdagin klokkan 15, og teir gingu úr selatrað til Kolbeinagjógv og síðani uppum til Strendur. Restina av teiginum gingu teir eftir høvuðsvegnum. Teir ungu mennirnir vóru útlúgvaðir, tá ið tíðindamaðurin hjá Sosialinum hitti teir. Teir hava slitið skógvarnar og eru sera glaðir fyri, at tað er yvirstaðið.
At ganga meira enn 100 kilometrar er mestsum ein traditión hjá skótum. Onkur hevur gingið sama teig, sum teir fimm ungu mennirnir, men tá hevur tað verið úr Havn til Selatrað.
Forkvinnan í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum tók ímóti kekkinum, sum var áljóðandi 35.000 krónur. - Vit eru sera takksom. Hetta er fyrstu ferð, at onkur setur seg í samband við okkum og bjóðar stuðul. Annars eru tað altíð vit, sum biðja um stuðul. Tað er lívgandi at vita, at onkur hugsar um okkum, sigur Inga Vang, forkvinna í foreldrabólkinum.
Foreldrabólkurin fer á legu við Gjógv í næstum, so pengarnir koma sera væl við.