Tað tók eina løtu at fáa hóming av, hvat tað var, sum stóð prentað á síðuni. KUD-DELDAD-DELDU. Kuddeldaddeldu.
Tað eydnaðist ikki at finna útav, hvat navnið merkir, men av Havnarskrivstovuni frætta vit, at báturin er skrásettur í Týsklandi. Trý fólk eru umborð á stuttleikabátinum, sum er ávegis til Skotlands.
--
MYNDATEKSTUR: "Kuddeldaddeldu" við bryggju í Vágsbotni. Myndin er tikin úr hølunum hjá Fiskimannafelagnum
Mynd: Bárður Lydersen