Kubbarnir farnir í søguna

Kubbarnir í undirsjóvartunlunum verða tiknir av, men avsláttarskipanin heldur áfram óbroytt.

 

Tunnilsfeløgini hava gjørt av at avtaka kubbarnar. Í staðin fyri at hava kubbar, sum hava skrásett tá koyrt er í tunlunum,  verða nummarspjøldrini avlisin og skráseta túrarnar. Avsláttarskipanin sum kundarnir hava, heldur áfram uttan broytingar.

 

Fráboðanarljósini í tunlunum – grønt og hvítt – lýsa ikki meira.

 

Nú ber eisini til at gjalda, við at skráseta fakturan í sjálvvirkandi gjaldskipanina (GS) hjá peningastovnunum.

 

Kubbar skulu burturbeinast á sama hátt sum battaríir.

 

Øll, sum hava kubba, fingu í januar goymslugjaldið (depositum) góðskrivað á sítt verandi hald.