Kubatrolararnir

Fyri 35 árum síðan:

Um miðjan august 1973 komu 9 hekkutrolarar til Føroya, sum Skipafelagið Føroyar hevði keypt úr Kuba.


Trolararnir vóru keyptir fyri 8 mlliónir krónur frá eyturtýsku skipasmiðjuni, sum hevði latið teir bygt.


Trolararnir vórðu bygdir í 1970-71 til kubansku myndugleikarnar, men teir vórðu ongantíð yvirtiknir av kubansku myndugleikunum.


55 mans vórðu sendir úr Føroyum eftir skipunum. Teir høvdu góðar tríggjar vikur um at sigla skipini úr Havanna á Kuba til Føroyar.



Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1973