Amerikanska løgreglan hevur tikið eini eldri hjún, sum eru skuldsett fyri at hava njósnast fyri Kuba í 30 ár Kanningar hjá amerikonsku løgregluni vísa, at hjúnini hava latið kubanskum myndugleikum meiri enn 200 loynilig skjøl, og at hetta virksemið hevur vart í 30 ár.
Tann tikni Walter Myers, sum er 72 ára gamal, arbeiddi á fregnartænastudeildini í amerikanska uttanríkisráðnum. Síðani seint í sjeytiárunum hava hann og konan sent kubanum upplýsingar við einum stuttbylgjusendara.
Samveldisløgreglan FBI hevur hildið eyga við Myers-hjúnunum tey seinastu trý árini. Verða tey funnin sek, kunnu tey fáa upp í 20 ára fongsul, sigur CNN.