Í Kuba hava myndugleikarnir gjørt av at leggja næstan eina millión almenn arbeiðspláss niður. Tey fyrstu 500.000 størvini verða niðurløgd innan 1. mars næsta ár. Samstundis fáa fólk møguleikan at fara undir sjálvstøðugt vinnuvirksemi og at stovna smáar fyritøkur. Endamálið við tiltøkunum er at nútímansgera tann kreppurakta búskapin.
Arbeiðsmyndugleikarnir siga í einari fráboðan, at tað almenna hvørki skal ella kann halda fram við at stuðla fyritøkum við einum lønarlagi, sum einki grundarlag er fyri, og sum elvir til so stórt hall, at tað tyngir landsins búskap.
Politiskir eygleiðarar siga, at tær fráboðaðu broytingarnar á kubanska arbeiðsmarknaðinum eru tær størstu síðani í sekstiárunum.
11,2 milliónir fólk búgva í Kuba, og 4,9 milliónir fólk eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað almenna umsitur 95 prosent av búskapinum.










