Ongantíð fyrr hava tað verið so nógvar motorsúkklur í Føroyum sum nú, og tað sær út til, at áhugin er vaksandi millum bæði kvinnur og menn.
Tey flestu sum eiga motorsúkklur eru við í onkrum felagsskapi, har skipað verður fyri ymiskum túrum, bæði her heima og uttanlands. Ferðaløg hava verið í Íslandi, Hetlandi, Danmark og aðrastaðni í Evropa.
Saman við 27 donskum Harley Davidson-koyrarum vóru tveir føroyingar í februar mánað á Kuba, har teir fingu eina uppliving fyri lívið. Talan var um Terja Juul úr Havn, og Jóhan David Joensen úr Klaksvík, sum báðir eiga Harley Davidson motorsúkklur. Ferðalagið fór úr Danmark 12. februar og vóru aftur 27. februar.
Motorsúkklurnar vóru pakkaðar í bingjur í Danmark og sendar við skipi til Kuba. Jóhan David hevði sína Harley Davidson við úr Føroyum, meðan Terji leigaði sær eina Harley á Kuba.
Ferðin var væl tilrættarløgd frammanundan, t.d. tók tað 8 mánaðir at fáa innflutningsloyvi til motorsúkklurnar.
Kuba er ein sermerkt uppliving, og ferðslan er søga fyri seg. Einans ein motorvegur er, sum gongur tvørtur um alla oynna. Har gongur alt møguligt fyri seg hvørt um annað, flutningur av leysgangandi kríatúrum, fólk, sum selja ymiskt, halda til á mitt á vegnum og súkklur í yvirhálingsbreytini, saman við dálkandi lastbilum og turistbussum, sum alla tíðina skifta vegbreyt fyri at náa skjótast møguligt fram. Ikki minst gomlu amerikonsku bilarnir frá 50-unum settu sín serliga dám á ferðsluna.
Tað ber ikki til at koyra við ov nógvari ferð á hesum vegum, bæði orsakað av sjálvari ferðsluni og vegunum sum ikki eru serliga góðir allastaðni. Av tí at kubanar eru so umhugsnir og taka fyrilit í ferðsluni, gekk ferðslan eftir umstøðunum væl, og vit høvdu ongar trupulleikar av hesum, siga Terji og Jóhan David, sum siga at kubanar vóru sera avslappaðir, vinarligir og lættir at koma í samband við.
Allastaðni har vit komu savnaðust fólk rundan um okkum, tí tey høvdu ikki sæð so nógvar og ymiskar nýggjar motorsúkklur á oynni áður.