KU professari skuldur fyri njósning

Ein 49-ára gamal universitetsprofessari við Universitetið í Keypmannahavn er skuldur fyri njósning til frama vyri Russland.

Tað skrivar Weekendavisen.

Professarin er í loyndum skuldsettur eftir paragraf 108, sum verður nevnd hin linara njósnaraparagraffin. Hendan paragraffin peikar móti persónum, sum ikki beinleiðis hava avdúkað loyndarmál, men hava hjálpt njósnarum úr øðrum londum at fremja sítt yrki í Danmark.

Talan er um finsktfødda Timoo Kivimäki, sum síðani 1999 hevur starvast á Keypmannahavnar Universiteti, har hann nú er burturvístur.

Sambært Weekendavisen hevur Kimo Kivimäki í fýra førum hitt russiskar njósnarar og givið teimum trygdarpolitiskar metingar og upplýsingar, ið hava havt áhuga hjá russisku njósnarunum.

Hann skal eisini hava uppgivið nøvn og upplýsingar um persónar í Danmark, sum russisku njósnararnir hava havt áhuga í.

Sjálvur noktar Kivimäki seg sekan.

- Russararnir, sum eg hitti, vóru eftir míni fatan vanligir diplomatar frá ambassaduni, og arbeiðið, eg gjørdi fyri teir, var fakligt arbeiði móti gjaldi, eins og eg havi gjørt fyri fleiri aðrar diplomatar. Talan var um fakligt greiningararbeiði og at orða vísundalig argument innan trygdarpolitikk, sigur Timo Kivimäki við Weekendavisen.