Betri deildin 7. umfar: Fleiri feløg stríðast við skaðar, nú nógvir dystir eru á skránni. - Tað er í slíkum støðum at tey, sum fyrireika seg rætt og gjøgnumført fáa ágóðan, sigur Magni Mohr, nú 7. og 8. umfar verður innanfyri eina viku.
Fríggjadagin og leygardagin verður 7. umfar umfari í landskappingini. Longu týskvøldið og mikukvøldið er aftur umfar. Nógvu dystirnir hava sett sín dám byrjanina her í Føroyum, har fleiri feløg stríðast við skaðar og at lappa spælarar saman.
Tað er ikki bara í Føroyum, at koronasmittan hevur sett sín dám á landskappingina. Í Týsklandi eru nógvir skaðar, nú kappingin er byrjað aftur.
- Bundesligan hevur bara havt tvær vikur upptakt, og har eru yvir 30 vøddaskaðar og yvir 20 liðskaðar, sigur Magni Mohr, professari og kropsligur venjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.
##med2##
Hann heldur fyri, at vandin fyri at blíva skaddur er øktur í Føroyum í løtuni. Bæði tí talan er um fleiri miðvikudystir, men eisini tí uppstarturin hevur verið serstakur.
- Tað er ein øktur váði, tá tú spælir so nógvar dystir. Júst huvssu stórur váðin er, er eisini upp til hvussu feløgini hava fyrireikað seg. Tey feløgini, sum hava gjørt nógv við venjing og vant fótbóltsrelateraða einstaklingavenjing, og síðani í smærri bólkum, hava ein fyrimun. Tá er tað ikki óforsvaligt at spæla so nógvar dystir, men tað er ein hægri skaðaváði. Tað er í slikum støðum at tey, sum gera tað ordiligt síggja, at tað er skilagott at gera tað rætt og gjøgnumført, sigur Magni Mohr.
Tað er heldur ikki nokk bara at venja. Tað skal vera fótbóltsvenjing. Uttan dystir á størri økjum, so verða kroppurin, heilin og reaktiónsevnini ikki heilt trenaði til avbjóðingarnar í einum ordiligum dysti.
##med3##
- Ert tú allatíð eitt splitsekund ov seinur í høvdinum, so er tað ein størri møguleiki fyri, at tú endar í støðum, sum ger at tú kanst koma til skaða. Í Týsklandi var uppstarturin bara tvær vikur og uttan venjingardystir, vísur Magni Mohr millum annað á.
Tað er heldur ikki ókent, at spælarar fáa avbjóðingar og skaðar, tá venjingarmongdin og dystarferðin økist.
- Tað er tað sama, sum tá tú fert uttanlands at spæla. Tú skalt tú venja meir og spæla meir, men uttan at blíva skaddur. Tað er ein tendensur, sum vit annars hava sæð við føroyskum spælarum, ið teir fara landinum at royna seg, sigur Magni Mohr.
##med4##
Hann leggur afturat, at spælarar sum hava ein sunnan lívsstíl og eitt nú sova nokk, hava størri møguleika at koma ígjøgnum slík tíðarskeið.
Niðurstøðan hjá Magna Mohr er greið. Feløgini skulu leggja nógv fyri í fyrireikingunum.