Tað er eingin loyna, at Landsstýrið og Javnaðarflokkurin hava ymsar áskoðanir tá tað um fullveldið ræður. Og tað er heldur eingin loyna, at javnaðartingmenn saknaðu »fullveldisábendingar« í verandi fíggjarlóg.
Men hvat sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum til at Fíggjarmálastýrið hevur biðið hini aðalstýrini gera »fullveldisfíggjarætlanir« til komandi ár?
? Um so er, at Fíggjarmálastýrið ger tað bara við fullveldinum fyri eyga, so eru teir á skeivari leið.
? Tað er nokk lítið at ivast í, at tað kunnu gerast rationaliseringar í almenna sektorinum, men so skal tað gerast fyri at fáa meira burtur úr teimum krónum vit brúka, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at almenni sektorurin varð nógv skorin í játtan fyrst í nítiárunum og tað var tí at tað var ikki nóg mikið av peningi til sigur hann.
? Tí er tað ein spurningur um játtanin til eitt nú skúlamál, almanna- og heilsumál eigur at hækkað fyri at fáa tey økini at virka til fulnar aftur.
Jóannes Eidesgaard heldur sparingar verða løgna gongd hjá Landsstýrinum at fara.
? Tað er okkara meting, at teir eiga at hugsa um at økja inntøkurnar hjá landskassanum heldur enn at spara.
Landsstýrið hevur sagt, at Føroyar kunnu gerast miðdepil innan gransking og kunningartøkni, og tí undrar tað meg, at teir so ístaðin arbeiða við massivum sparingum fyri at fíggja fullveldi.
? Men tað er nakað sum bendir á, at Tjóðveldisflokkurin hugsar so nógv um fullveldi, at tað er Fólkaflokkurin, sum dregur tær stóru linjurnar, tí hetta minnir alt ov nógv um fólkaflokspolitik, sigur Jóannes.
? Og tí taka vit ikki undir við.
Hann leggur afturat at Javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum fer at hjálpa Tjóðveldisflokkinum til at avreiða føroysku vælferðina bara fyri at fáa fullveldi.
Tað er ikki fullveldið, sum er altavgerandi fyri okkum.








