KT-útgerð til vinnuna

Elding Vinnuveitan er nýggja navnið á vinnuligu tænastuni hjá Elding Elrisanum.

Elding Vinnuveitan er nýggja navnið á vinnuligu tænastuni hjá Elding Elrisanum, sum umboðar ávikavist hvítvørur og KT-útgerð til føroysku vinnuna.

 

Nýggi leiðarin á KT-partinum hjá Elding Vinnuveitan er Jan P. Jacobsen. Hann hevur drúgvar royndir innan KT-sølu.

 

Mads Andreas Winther, stjóri, sigur, at tað er ein nattúrlig víðarimenning hjá Elding Elrisanum nú eisini beinleiðis at bjóða føroysku vinnuni KT-útgerð við góðum loysnum og prísum.

 

- Hetta hevur í nógv ár verið gjørt av okkara samstarvspartnara Elgiganten í Norðanlondum við góðum úrslitum, leggur hann aftrat.

 

Mads Andreas Winther sigur, at málið hjá Elding Vinnuveitan er at hava eina dygdargóða tænastu, gott KT-úrval, skjóta levering og góðar prísir til føroysku vinnuna.

 

Á viðheftu mynd, sum Sigmar Mørkøre hevur tikið, eru Birgir Nielsen, vinnusøluleiðari, Mads Andreas Winther, stjóri, og Jan P. Jacobsen KT-søluleiðari.