Økt teleútboð

Frá mánadegnum at rokna, er møguleiki at keypa sær avmarkaða talutíð til GSM telefonir

Skipanin við talutíðarkortum hevur longu verið virkin í Danmark eina tíð, og nú fáa føroyingar so eisini møguleikan at nýta hesa skipan. Í Føroyum er tó sett e fyri a, soleiðis at skipanin her eitur Teletíð.


Rinda frammanundan

Í stuttum er talan um eina skipan, har tú við at keypa eitt talutíðarkort, SIM-kort, sum so at siga er lykilin til fartelefonina.

Tá tú keypir sjálvt kortið, rindar tú samstundis fyri ein byrjunarpakka, soleiðis at kostnaðurin í alt er 300 kr., harav 100 kr. eru fyri talutíð.

Hvørja ferð tosað verður, verður kostnaðurin fyri samrøðurnar so drigin frá saldoini. Sjálvsagt er eisini møguleiki at seta pening inn, soleiðis at saldoin aftur økist. Hetta verður gjørt við at keypa teletíðarkort, sum fáast til keyps í sølustøðum kring landið.

Um saldoin er tóm, kann telefonin tó kortini nýtast í upp til 6 mánaðir eftir, at peningur er settur inn. Tó er talan tá bert um inngangandi samrøður.


Fleiri fyrimunir

Í tíðindaskrivi, sum Føroya Tele hevur sent út í hesum sambandi, verða nevndir ein rúgva av fyrimunum, umframt at allar tær vanligu GSM tænasturnar eisini eru tøkar í skipanini.

Millum annað verður sagt, at við hesum slepst undan at rinda nakað mánaðargjald, ongar rokningar verða sendar, eins og brúkarin alíð kann síggja, hvussu nógv viðkomandi hevur tosað fyri. Eisini verður nevnt, at eingin treyt er um, at kundin skal verða fyltur 18 ár. Um hetta er ein fyrimunur, má so vera upp til tann einstaka at meta um.


Tvífaldaður prísur

Sjálvsagt er ikki bara talan um fyrimunir við skipanini. Alt hevur jú sína baksíðu, og í hesum førum er tað kostnaður fyri nýtsluna.

Tá tosað verður úr telefon, sum nýtir teletíðartænastuna, er kostnaðurin í vanligari tíð 5 kr. um minuttin og helvtina av hesum í bíligu tíðini.

Við vanligum GSM-haldi er talan um 2,40 oyru og helmingin av hesum, so tað er allarhelst á hesum øki, at Føroya Tele ætlar sær at vinna pening við nýggju skipanini.di - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.

- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.

- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl