Á KT-stevnu í 2002

KT-vinnan í Føroyum hevur tikið stig til eina stóra KT-stevnu í apríl mánaði komandi. Á tíðindafundi fríggja morgunin varð búmerkið og ætlaninar avdúkaðar

 

KT

Tað vanligt at leggja sær ætlanir fyri sínar frídagar langt frammanundan, um mann hevur okkurt serligt ynski, eitt nú at vitja okkurt fjarskotið land. Tey, sum hava áhuga fyri KT-vinnu í Føroyum, kunnu longu nú merkja dagarnar 19. og 20. apríl 2002. Tí hesar dagarnar verður ein stór KT-stevna hildin í Norðurlandahúsinum.

Fyrireikararnir siga endamálið við stevnuni vera:

- At lýsa førleikararnar hjá føroyskari KT-vinnu í dag og hvussu vit kunnu skapa teir bestu karmarnar fyri einari burðardyggari KT-vinnu í framtíðini, siga fyrireikararnir.

Tað er KT-felagið, sum hevur tikið stig til KT-stevnuna. KT-felagið er eitt samtak av føroysum KT-fyritøkum. Tað verður Virkisráðgeving í Runavík, sum fer at samskipa stevnuna. Teir hava royndir við tílíkum arbeiði, og fyrireikararnir hava so valt at heita á teir, um at hjálpa teimum við hesari verkætlanini.

KT-stevnan er fyri føroyingum og føroyskum vinnulívið í Føroyum. Stevnan verður skipað soleiðis, at tann fyrri dagurin verður fyri vinnulívinum, og tann seinni dagurin verður opin fyri almenninginum.

Hóast fyrireikingarnar enn ikki eru komnar á mál, so kunnu fyrireikararnir longu nú siga, at tað verður ymiskt spennandi á skránni.

Tað vera so at siga einans føroyskar KT-fyritøkur sum vera við á hesari stevnuni, sum eisini ætlað føroyskari KT-vinnu. Eftir ætlan, vera tað eisini fyrilestrar á skránni, har Microsoft væntandi fer at senda eitt umboð. Eisini fara onnur ? bæði føroyingar og útlendingar ? at halda fyrilestrar.

KT-felagið sigur seg hava góðar vónir um, at hetta fer at gerast ein góð stevna. Teir kundu á tíðindifundi avdúka búmerki fyri stevnuna, og kundu samstundis alment greiða frá, hvussu henda stevnan fer at hátta seg.

-Vit fara at seta framtíðarvinnuna í fokus, og vit fara eisini at fokusera á førleika og menning. KT-vinnan er komin fyri at vera í Føroyum sigur Esbern Hansen, formaður fyri KT-felagið.