Økt kapping til Julian

Tveir danskir miðvallarar royndarvenja í hesum døgum við Hull, og hetta kann merkja økta kapping til Julian Johnsson


 

Ongland


Trupla fíggjarliga støðan hjá danska superligufelagnum, Lyngby, tykist nú at kunna koma Julian Johnsson og liðfeløgum hansara í Hull City til góðar.

Týsdagin fekk Hull nevnliga vitjan av teimum báðum miðvallarunum, Stefan Schmidt og Mikkel Bo Jensen, sum komandi tíðini skulu royndarvenja við enska felagnum.

Á heimasíðuni hjá Hull stendur at lesa, at felagið sum so er samt við Lyngby um treytirnar, um so er, at felagið ger av at keypa teir báðar danarnar.

Annars veit heimasíðan eisini at siga, at ein avtala um framtíðar samstarv er gjørd ímillum Hull og Lyngby, so um Lyngby fær bjargað sær ígjøgnum verandi fíggjarligu kreppuna, kann væl verða, at fleiri enn hesir báðir leikararnir fara at ferðast ímillum Danmark og Ongland.


Harðari kapping

Fyri Julian Johnsson fer eitt møguligt keyp av leikarunum at merkja, at kappingin um plássini á sentrala miðvøllinum verður herd munandi.

Teir báðir danarnir spæla báðir á miðvøllinum hjá Lyngby, og ikki minst er Mikkel Bo Jensen ein leikari, ið á sama hátt sum Julian, reikar sera nógv kring vøllin.

Okkum hevur ikki eydnast at fingið eina viðmerking frá Julian Johnsson til hetta, men tað er tó einki, sum bendir á, at teir í felagnum eru misnøgdir við avrikini hjá føroyska landsliðsleikaranum. Higar til hevur hann hvørja ferð verið millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, og sambært lokalu miðlunum hevur hann givið miðvøllinum hjá Hull neyðuga treystið, sum skal til fyri at standa seg í oddastríðnum í deildini.