KSS ætlar at smíða skip í Føroyum

– Vit hava lidna verkætlan, har vit bjóða okkum fram at smíða skip við kappingarførum prísi. Ótryggleikin í fiskivinnuni hevur tó gjørt, at menn hava drigið eitt sindur á, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð

Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) arbeiðir við verkætlan at smíða skip í Føroyum. Arbeitt verður saman við Articon, El-service, Blikksmiðjuni og øðrum fyritøkum um verkætanina. Ætlandi skal skrokkur byggjast uttanlands, men restina av arbeiðinum skal gerast í Føroyum.

– Eg hevði ikki brúkt so nógva orku uppá tað, um eg ikki hevði trúð uppá, at hetta verður til veruleika, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð, sum fyri einum ári síðani varð kosin ársins leiðari.

Talan er um at gera tveir partrolarar, sum skulu nýtast til fiskivinnu undir Føroyum, og sum skulu verða 40 metrar langir. Ætlanin er at fáa báðar skrokkarnar gjørdar í einum.

Stuðul ein avbjóðing

Frimodt Rasmussen vísir á, at kappingarføri ger, at skrokkarnir eftir ætlan verða gjørdir uttanlands.  Men restina av arbeiðinum skal gerast í Føroyum.

– Tað, sum er ein avbjóðing, er stuðul. Øll onnur verða stuðlað uttan í Føroyum. Í Føroyum hava vit ein stuðul at smíða skip, ið er átta prosent. Um skip til dømis verður bygt í Spania, so fær ein 15 til 20 prosent í stuðli, og tá er nógv lættari at fara í gongd, sigur Frimodt Rasmussen.

11 ár síðani seinasta skip

Í 2006 og 2007 arbeiddi Frimodt Rasmussen hjá Thor. Tá vórðu skipini Alfa og Omega bygd. Tá varð alt arbeiðið gjørt í Føroyum.

– Tað, sum er gjørt tey síðstu árini, er, at farið er uttanlands at byggja, ella at útlendingar eru komnir til Føroya at arbeiða upp á skip. Vit hava tappa føroyingar fyri vitan. Vit leggja ikki afturat varðanum. Okkara ynski er, at vit í Føroyum aftur fara at byggja skip.  Tað er ikki gjørt síðani Alfa og Omega vórðu bygd í 2008. Tá varð tað seinasta skipið latið. Teir menninir, ið bygdu skip tá, eru eldir meira enn 10 ár. Vit mugu seta nýggj fólk við, sigur Frimodt Rasmussen.

Vóru fremst

– Um tú hugsar um føroyingar í 50-unum, 60-unum, 70-unum, tá vóru vit fremst innan nógv, sum hevði við skipavinnu at gera. Nú er alt hetta burtur, sigur stjórin á KSS.

– Hetta er heilt ítøkiligt. Vit hava verið við til at sniðgivið skipið saman við áhugaðum keyparum og saman við norskum skipssniðgeva, sigur Frimodt Rasmussen.
Hann væntar, at hetta fer at skaffa meiri arbeiði til føroyingar og føroyskar fyritøkur.