Kommunusamskipan Føroya heitir á teir á politisku flokkarnar og nýggja Løgtingið um at fylgja PISA-tilmælinum og at leggja fólkaskúlan úr til kommunurnar at umsita Kommunurnar skulu umsita fólkaskúlan. Hetta er sambært Kommunusamskipan Føroya ein grundleggjandi fortreyt, skulu vit menna og betra fólkaskúlan.
Tað er niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, sum varð settur eftir vánaliga úrslitið í PISA-undankanningini at koma við átøkum, sum kunnu betra um fólkaskúlan, men landsstýrismaðurin í mentamálum fekk kki undirtøku fyri hesum í samgonguni.
KSF vísir á, at skúlabygningar og undirvísingartilfar eru ábyrgd hjá kommununum, meðan undirvísingarvirksemið og lærarar eru ábyrgd hjá landinum. Felagið vil hava samráðingar um at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar beint eftir valið, sum verður í januar.
-Bara á tann hátt fæst eitt greitt ábyrgdarbýti. Bara á tann hátt eru avgerandi fortreytirnar fyri at menna og betra fólkaskúlan lokalt eins væl og sentralt til staðar, sigur Kommunusamskipan Føroya í skrivi í dag.