KSF keypir gamla Vinnuhúsið

KSF ella Kommunu Samskipan Føroya hevur á stýrisfundi í farnu viku gjørt av at keypa nýggj felagshøli, um limakommunurnar góðkenna hetta.
Talan er um gamla Vinnuhúsið í R. C. Effersøesgøtu. Prísurin fyri húsini er 2,6 milliónir krónur, og harafturat er ætlanin at brúka 700.000 krónur til umvælingar av húsinum og økinum uttan fyri húsini.
Umframt KSF er eisini ætlanin, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skal halda til í húsinum umframt onkur annar leigari.
Tað er Hjalgrím Davidsen í Havn, sum eigur húsini í R. C. Effersøesgøtu.