Øksarmálið: Eingin hevur nevnt morð

Verjin heldur, at teir ákærdu kunnu ikki dømast fyri morðroynd

Annar verjin hjá teimum ákærdu í øksarmálinum heldur ikki, at teir ákærdu kunnu dømast fyri morðroynd.

– Eingin hevur nevnt morð, segði Jógvan Páll Lassen í sínari framløgu seinnapartin.

Verjin ásannaði, at tann 22 ára gamli ákærdi hevði havt øksina og sligið við henni, men hann heldur, at hann einans skal dømast fyri grovan harðskap og ikki fyri morðroynd. Hann vísti á, at tað eru eingi prógv um, at teir ákærdu ætlaðu at drepa álopna mannin.

Verjin segði, at um tann ákærdi vildi drepa, so hevði hann sligið við fullari megi, og at hann hevði sligið ímóti høvdinum. Sløgini vóru á armar, bein og rygg. Rættarlæknin segði, at sligið var við moderatari megi. Verjin segði, at tað ikki nokk at sláa ofta, tað skal prógvast, at teir ætlaðu at drepa tann álopna, og eingin hevur sagt nakað um drepa nakran.

Verjin heldur, at tað eru linnandi umstøður, at tann álopni sló fyrst, og at hann bjóðaði av til bardaga og royndi at stinga teir ákærdu.

Nevningating skal taka støðu til skuldarspurningin í øksarmálinum.