Krzysztof vendi dystinum

Spælandi venjarin hjá VB kom á vøllin seinasta hálva tíma og skoraði trý mál

 

VB-FS Vágar 5-1 (0-1)


Løgmanssteypið


Føroyameistararnir úr VB vunnu stóran sigur á FS Vágum, sunnudagin, men tá hálvur tími var eftir at spæla, vóru vágamenn á odda 1-0.

Smáskaddi Krzysztof Popczynski setti seg sjálvan á vøllin, og so fekk VB hol á beinanvegin.

Krzysztof javnaði til 1-1, og løtu seinni legði VB seg fram um við brotssparki, sum Krzysztof eisini tók sær av.

Robert Cieslewicz skoraði síðani til 3-1, áðrenn Krzysztof enn einaferð var á rætta staðnum og gjørdi tað til 4-1. Palli Augustinussen skoraði seinasta málið í dystinum til endaliga úrslitið 5-1 til VB.


Nýggjar útlendingar

FS Vágar løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, tá nýggi útlendski spælarin hjá teimum, Vlad, teir rópa, sendi eitt fríspark beinleiðis í málið.

Vágamenn høvdu tríggjar nýggjar útlendskarar spælarar á liðnum, og teir eru ættaðir út Letlandi og Litava.

VB hevði sum dysturin leið greiða yvirvág í spælinum, og teir spældu til tíðir væl. Tað gekk tó strilti hjá teimum at fáa nakað mál, og ikki fyrr enn spælandi venjarin kom á vøllin, koma glið á við málskjótingina.


Dysturin í tølum

0-1: Vlad

1-1: Krzysztof Popczynski

2-1: Krzysztof Popczynski, br.

3-1: Robert Cieslwicz

4-1: Krzysztof Popczynski

5-1: Palli Augustinussen