Tað verður ikki fyrrverandi VB, GÍ, HB og TB venjarin, póllendingurin Krzysztof Popczynski, sum skal venja TB.
Tað ger hann greitt í stuttari viðmerking til in.fo, har hann avsannar at hava skula taka yvir eftir Hans Fróða Hansen. Krzysztof Popczynski varð herfyri koyrdur sum venjari hjá Aarhuus Fremad í donsku 3.deild. Tí hava gitingar verið um, at tað møguliga er hann, sum skal taka við við Stórá.
Leiðslan í TB boðaði í gjár frá, at nýggur venjari helst bleiv settur í dag. Nú klokkan gongur til 23, er framvegis einki nýtt at hoyra frá TB.
Krzysztof var í 2007 og 2008 venjari hjá júst TB. Hann vann eisini FM við bæði HB og VB, umframt at hann vandi GÍ frá 2003 til 2005