Í 1987 byrjaði Krzysztof Borysiewicz sína sangútbúgving á musikkonservatoriinum í Waszawa hjá Magdalenu Bojanowaka, professara, sum endaði við heiðursprógvi í 1993.
Sína professionellu sangkarrieru byrjaði Borysiewicz sum Bartolo í ?Hárskeranum í Sevilla? eftir G. Rossini á Tjóðaroperuni í Warszawa í 1992.
Í 1996 vann hann Grand Prix á altjóða stevnu í Barcelona eins og Sersprís fyri tulking av russiskum arium og áhoyraraprísin sama stað.
Framhaldandi undirvísing hevur Kr. Borysiewicz fingið hjá André Orlowitz, professara, í Keypmannahavn. Vann í 1996 prís á fyrstu Lauritz Melchior sangkappingini í Keypmannahavn.
Hevur frá 1996 hildið fram sína útbúgving á Accademia Verdiana hjá Maestro Carlo Bergonzi.
Krzysztof Borysiewicz hevur havt solokonsertir og havt operuleiklutir hesi støð:
Palau de la Musica Catalana og Teatro Tivoli í Barcelona, Teatro Regio í Parma (Italia), saman við symfoniorkestrunum í Bergen og í Warszawa og á operuhúsunum í Oslo og í Keypmannahavn.