Kryptonit er veruliga til

Krystallin, sum hótti við at taka serligu megina frá Superman er til í veruleikanum. Evnið er funnið í eini minu í Serbia ? men tað hevur tó ikki yvirnáttúrligar eginleikar Evnið, sum í Superman filmunum er grønt og skínandi, er tó veruleikanum hvítt, sigur Dr. Chris Stanley við BBC News.

Hann varð tilkallaður á staðið, tá minuarbeiðarar í Serbia komu fram á eitt evni, sum teir ikki kendu.

Stanley kendi heldur ikki sjálvur evnið, og tað tóktist heldur ikki, sum var hetta at finna í nakrari alfrøði yvirhøvur.

Hetta broyttist tó, tá hann at enda leitaði á netinum við at nýta evnafrøðiligu samansetingina á steininum sum leitiorð.

Tá Lex Luthor í ?Superman Returns? stjelur kryptonit, verður nevnt, at hetta er sett saman av sodium, lithium, borg, silicium og hydroxid. Og hetta er júst tað, sum steinurin í Serbia er settur saman av. Hinvegin er einki fluor í funna steininum, og tí er hesin ikki sjálvlýsandi.

Enn er ikki greitt, hvussu nýggja mineralið skal eita, men tað verður ikki kryptonit. Krypton er nevnliga partur av periodisku skipanini, og tí kann hetta navnið ikki nýtast.