Syndarligt – og eitt sindur tænarkrympandi – at síggja, at tit í hesum bólkinum reypa av at hava so nógvar "limir/vinir" móti átakinum hjá Sea Shepherd júst nú.
Tað skrivar Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í Brússel, sum viðmerking til Facebookbólkin »Sea Shepherd í Føroyum 2014«, sum er ein opin bólkur á Facebook 3.613 limum.
Kate Sanderson, sum áðrenn hon varð send til Brússel at umboða Føroya, hevur starvast á Løgmansskrivstovuni í mong ár, har hon hevur fingist við at svara útlendingum, sum eru ímóti grindadrápi.
– Tøgn er avgjørt besti mátin at gera upp við royndirnar hjá Sea Shepherd í Føroyum, heldur enn at hava eina heila Facebooksíðu móti Sea Shepherd, sum í heimshøpi ein sera lítil, rættiliga viðgongdur, men hóast alt fátækur og ikki altjóða viðurkendur "fringe" felagsskapur (kjaftamiklar eru teir, men stórt sæð bert í føroyskum miðlum), skrivar Kate Sanderson.
Hon vísir á, at vit tíverri hava eina nógv størri avbjóðing við einum nógv størri ráki ímóti at brúka tilfeingi úr sjónum til matna yvirhøvur.
– Um ikki grind, so verður tað jú eisini toskur, sild, makrelur, kræklingar, djuphavsfiskur, lundi, ja alt sum kann kallast »veiða«, Onnur (sterkari enn Sea Shepherd) fara at seta sjóneykuna á alt hetta. Og tá fer Sea Shepherd at síggja út sum minsti trupulleikin, skrivar Kate Sanderson