Í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti italskum kryddi, sum er fongt við salmonella.
Talan er um Italiensk krydderi økologisk og støddin á pakkunum er 45 gramm, netto
Haldføri er 3/1 í 2014 við batch nummari: 0185743 og 21/12 í 2013 við batch nummari 0184742.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at vøran er seld í Føroyum, men at handlar hava boðað frá, at hon er tikin av hyllunum seinnapartin í dag.
Virkið ið afturkallar vøruna er Urtekram A/S, Klostermarken 20, 9550 Mariager og orsøkin er, at salmonella er funnið í tí turkaðu økologisku salviuni, sum er nýtt sum rávøra í omanfyrinevndu kryddaríblandingum.
Tá kryddið er er klárt at eta, sum tað er, er vandi fyri at man kann verða smittaður við salmonella.
Sjúkueykenni fyri salmonella eru m.a. diarré, kvalma, magapína, spýggja og fepur.
Helsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki til at beina vøruna burtur ella at lata hana aftur til handilin har hon er keypt.