Krúnborg keypt Mest samtakið frá Eik

Eik Banki hevur gjørt avtalu við P/F Krúnborg um sølu av Mest samtakinum. Avtalan fevnir um skipasmiðjurnar í Tórshavn, Skála og Vestmanna, verkstaðin í Runavík og Pam Offshore Service. Samtakið hevur um 400 starvsfólk.


-Vit eru sera fegin um, at Mest samtakið verður varðveitt á føroyskum hondum, og eru sannførd um, at nýggju eigararnir hava viljan og førleikan til at menna og føra fyritøkuna væl víðari, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. 

 

P/F Krúnborg fer nú aftur at virka á føroyska marknaðinum. Mest hevur sínar røtur innan skipasmíð og við sínum maritima fokusi er felagið tí áhugavert fyri P/F Krúnborg, sum meginpartin av søgu felagsins hevur verið virkið í tí maritima. 

 

- Mest samtakið er ein sunn og væl rikin fyritøka við dugnaligum starvsfólkum, góðari leiðslu og positivari gongd seinastu árini. P/F Krúnborg fer at varðveita felagið, sum tað er sett saman í dag, og vit síggja fram til eitt gott samstarv um uppgávur og avbjóðingar, sum liggja fyri framman, siga nýggju eigararnir. 

 

Dagliga leiðslan í MEST og PAM Offshore Service heldur fram óbroytt, og stjóri verður framhaldandi Mouritz Mohr.