Krubban er tóm í Hvidovre

Peter Schmeichel hevur tikið seg aftur, og eftir summarsteðgin verður eingin fullatíðar yrkisspælari í felagnum hjá Óla Johannesen


Ætlanirnar hjá Peter Schmeichel at fáa Hvidovre aftur millum bestu fótbóltsfeløgini í Danmark verða ikki til veruleika. Dreymurin var, at Hvidovre skuldi vera millum seks tey bestu í næstbestu deildini í hesum kappingarárinum, og at teir skuldu vinna sær uppflyting komandi kappingarár.
Veruleikin er, at Hvidovre er ikki so langt frá niðurflytingarlinjuni, og vánirnar fyri at tað skal ganga so nógv øðrvísi, eru einki serligar.

Síggja botnin
Fríggjadagin varð greitt, at tíðin hjá Peter Schmeichel sum fíggjarligur høvuðsstuðul hjá felagnum, sum hann í síni tíð vardi málið hjá, er liðug. Úr Birmingham, har fyrrverandi danski landsliðsmálverjin tænir Aston Villa, vóru boðini, at flytingarnar av kontoini hjá Schmeichel og til Hvidovre ikki vera fleiri.
Málverjin, sum í Sporting Lissabon og Aston Villa ivaleyst fleiri ferðir hevur vunnið tað aftur, sum hann hevur flutt til Hvidovre, sigur seg ikki hava møguleika at stýra danska felagnum. Tá hann fyri trimum árum síðani fór uppí Hvidovre ætlanina, var hann á veg heim til Danmarkar. Seinni broytti hann kós, og nú verður tað í fyrsta lagi í 2003, at hann fer at gevast sum yrkisspælari.
Hetta seinasta árið hevur Hvidovre ikki fingið serligar upphæddir frá Schmeichel. Teir hava repað seglini, og nú siga teir seg ikki duga at ímynda sær, at teir skulu megna at keypa seg til tað, sum skal til, um dreymurin um superliguna skal gerast til veruleika. Kassin er tómur.

Ongar spælarar fulla tíð
Í løtuni eru einir tíggju spælarar í fulltíðar starvi í Hvidovre. Millum teirra er liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen. Nú er nakað síðani, at hann kom á sølulistan, sum felagið hjá fótbóltsspælarum í Danmark hevur. Sáttmálin hjá Óla við Hvidovre gongur fram til 30. juni. Tað er greitt, at hann ikki verður longdur eftir somu treytum, sum higartil hava verið galdandi.
Ætlanir eru um at selja málverjan, Stephan Andersen, sum í síðstu viku var í Sunderland og royndarvandi:
? Sáttmálaskeiðið hjá øllum teimum 7?8, sum arbeiða fulla tíð hjá okkum, verður liðugt 30. juni. Vit fáa ikki so nógv burturúr at hava so fáar í fulltíðarstarvi. Hvussu tað so verður er ikki avgjørt enn, sigur Jan Sørensen, sum er stjóri í felagnum.