Kroystur bilur í SMS

Á Torginum í SMS er ein samankroystur bilur, har møguleiki er hjá teimum vitjandi, at gita hvat slag bilurin er.

Tey, sum gita rætt, eru við í kappingini um eitt gávubræv upp á 3.000 krónur frá handlunum í SMS og eitt árshald av Sosialinum.


Bilurin var settur í SMS fríggjadagin 5. og verður har til og við leygardagin 13. november. Stórur áhugi er fyri at gita samankroysta bilin í SMS. Leygardagin høvdu yvir túsund vitjandi gitt hvat slag bilurin var. Tað eru SMS og Sosialurin, sum skipa fyri kappingini.