- Nú hava Strandfaraskip Landsins lýst nýggja ferðaætlan fyri sigling um Skopunarfjørð, har tey hava pilkað við stórt sæð allar tíðirnar hjá Teistanum. Hetta verður gjørt fyri at fáa meiri tíð millum túrarnar, verður sagt.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum á Facebook-síðu síni í kvøld ger viðmerkingar til broytingarnar, sum SSL hava lýst í dag.
- Tá borgarstjórarnir vóru bodnir á fund við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, varð spurt, um borgarstjórarnir tóku undir við hesum broytingum, sum eitt nú høvdu við sær, at fyrsti túrur úr Skopun varð sigldur eitt korter fyrr á morgni.
Brandur Sandoy vísir á, at borgarstjórarnir boðaðu greitt og týðiliga frá, at teir tóku ikki undir við at broyta ferðaætlanina. Hetta tí, at tað hevði borið til áður at hildið galdandi ferðaætlan, áðrenn harraboð vóru komin av Tvøroyri um at spara olju og sigla seinni.
- Nú hevur SSL kortini broytt ferðaætlanina, sum aftur kemur at hava keðiligar avleiðingar fyri summi.
Borgarstjórin vísir á, at tann, sum arbeiðir 200 dagar í Havn um árið, missir 50 tímar av sínari tíð árliga vegna teir 15 minuttirnar á morgni, umframt at hann sleppur 10 minuttir seinni í oynna aftur - og missir sostatt 33 minuttir aftrat har.
- Hetta gevur tilsamans 83 tímar árliga - ella stívliga tvær fullar arbeiðsvikur, leggur hann aftrat.
Brandur Sandoy sigur, at hetta er tænastustøðið, sum nú verður kroyst niður yvir nakkan á sandoyingum.
- Einki av tí, sum umboðini fyri oynna mæltu til, er tikið til eftirtektar. Slíkar eru politisku treytirnar í dag, sigur ein fortørnaður borgarstjóri í Sands kommunu í kvøld.










