Kroppskapið hækkar sosiala virðið

–Hóast vit menniskju ofta hava lyndi til at siga, at vit bert taka hædd fyri persónsmensku, so vísa óteljandi kanningar, at vit eru ómetaliga nógv ávirkaði av útsjónd, kroppi og klæðum. Tað nyttar onki avnokta tað, men vit mugu staðfesta, at tað er so, sigur Siri Sørensen, Cand. Pæd. Soc.

 

 

Seinastu árini er ímyndin av tí fullkomna kvinnukroppinum broytt. Nú er ikki longur modernað hjá ungum kvinnum at vera klænar. Nú stremba tær eftir tí sonevnda tímaglasforminum við smalari miðju og stórari rumpu. Í venjingarmiðstøðunum eru venjingartímar, ið serliga fokusera á at byggja ein vøddamiklan afturpart, ítróttarklæðini fylgja rákinum um at draga fram tímaglaskroppin, Instagram er á tremur við vangamyndum av flottum, vælvandum afturpørtum og ongantíð verða so nógvar plastikk skurðviðgerðir framdar sum nú, har endamálið er at taka feitt av einum staði á kroppinum og síðani seta tað í afturpartin.

 

 

Siri Sørensen heldur, at eitt ynski um at broyta kroppskap er eisini eitt ynski um hægri sosialt virði. Tá vit agera í samfelagnum, verða vit møtt á ein ávísan hátt treytað av tí, sum vit eru, duga og soleiðis sum vit síggja út. Kroppur og útsjónd eru ein stórur partur av menniskjanum.

 

 

 –Vit gera tilvitaðar og ótilvitaðar metingar av hvørjum øðrum grundað á sosialu normarnir, sum vit liva í. Onkursvegna skulu vit øll selja okkum sjálvi, sigur Siri Sørensen.

 

 

–Fylgja vit rákunum, sum eru í samfelagnum, so hækkar sosiala statusið ella virðingin. Fólk verða hugtikin av einum, hitt kynið verður drigið at einum, og ein fær fleiri vinir. Eisini fær ein fleiri møguleikar innan yrkisleiðina, sigur hon.

 

 

Hon greiðir tó frá, at eru vit tilvitaði um tíðarrákini í samfelagnum, so ber til at brúka tey til egnan fyrimun og hækka sosiala statussið uttan at fylgja norminum við plastikk skurðviðgerðum og ella verða sjúkliga upptikin av venjing. Til ber eisini at broyta nógv við teimum klæðunum, sum tú velur at lata teg í.

 

 

Onkursvegna fylgja vit øll idealunum og nútíðarrákunum. Tað sum vit halda er pent í dag, halda vit bara, tí samfelagið sigur tað, og vit vita, at um eina tíð kemur eitt nýtt rák.

 

 

­–Tí er tað umráðandi at verða tilvitaði um rákið, spæla við tað og útnýtta tað til egnan fyrimun, tí so kunnu vit vera við hækka sosiala statussið. Gert tú tað ikki, so mást tú vita, at tað er tað, sum tú gert, og at eisini tað hevur avleiðingar, staðfestir hon.

 

 

Hon greiðir frá, at tað er sum at spæla við kortum. Vit avgera ikki, hvørji kort við fáa, áðrenn spælið byrjar – somuleiðis avgera vit ikki, hvussu kroppur okkara sær út. Vit fáa kortini, og vit royna at vinna spælið, hóast kortini eru vánalig. Tað er til engan fyrimun at verða tilvitaður um tíðarrákini og idealini, og at vita um ein sjálvur hevur tað. Hevur ein tað ikki, so er at spæla við øðrum góðum kortum inntil rákið aftur broytist, og møguliga til egnan fyrimun tá.

 

 

– Vit mennikju avkoda eisini heildina á øðrum menniskjum, og síggja heildina. Hevur ein kvinna til dømis eina stóra rumpu men onki annað, so hevur tað ikki nóg stórt virði, sigur hon.