Krúnprinsurin sendi eina heilsan til grønlendska HM-landsliðið

Fríðrikur krúnprinsur sigur seg vera spentan at fylgja grønlendska landsliðnum undir HM-endaspælinum í hondbólti

Mynd: Scanpix

Grønland fyllir nógv á heimskortinum, og tað er eingin ivi um, at tað er ein stór prestisja at vera monarkur ella krúnprinsur hjá Grønlandi.

 

Tað kom týðiliga til sjóndar undan fyrsta dystinum hjá grønlendska kvinnulandsliðnum í hondbólti móti Noregi. 

 

Undan dystinum sendi Fríðrikur krúnprinsur eina heilsan til grønlendska liðið á Instragram, har hann sigur seg vera spentan uppá at fylgja grønlendska liðnum, ið eisini skal spæla móti Suðurkorea og Eysturríki í tí innleiðandi bólkaspælinum:

 

##med2##

 

So er spurningurin um Føroyar, ið skulu taka lut í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum í Týsklandi aftaná nýggjár eisini fáa eina líknandi heilsan frá Fríðriki krúnprinsi?

 

Grønland tapti annars 11-43 (7-19) fyri Noregi, men tær grønlendsku stóðu seg væl fyrsta korterið av dystinum.  Í morgin klokkan 17 spælir Grønland móti Suðurkorea.

 

 

 

Mynd: Scanpix