Kelidjór
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað eru bert fólk búsitandi í Føroyum, sum kunnu flyta kelidjór til Føroya. Ikki er loyvt at innflyta kelidjór, sum steðga í styttri tíðarskeið enn tríggjar mánaðir. Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tíðindaskrivi.
Bert føroyskt
Bert kelidjór, sum vanliga hoyra heima í føroysku náttúruni, kunnu flytast til landið. Tað vil siga, at eksotisk kelidjór kunnu sum meginregla ikki innflytast. Men hóast tað, so kunnu fólk søkja um undantaksloyvi, um talan er um ikki-vandamikil eksotisk kelidjór. Henda umsókn skal sendast Heilsufrøðiligu Starvsstovu, og innflutningsloyvi kostar 365 krónur. Øll kelidjór uttan hundur og ketta skulu hava innflutningsloyvi, áðrenn tey verða innflutt til Føroya.
Tatovera hundin
Djórini skulu eisini verða eyðmerkt, áðrenn tey verða innflutt. Hundur og ketta skulu antin hava mikrosendara undir húðini ella tatovering í oyra ella lærkika. Umframt tað skulu djórini verða koppsett, áðrenn tey koma til Føroya. Koppsetingin skal gerast í fyrsta lagi eitt ár og í seinasta lagi ein mánað, áðrenn tey verða innflutt.
Heilsuváttan til djórið
Tá nýggju kelidjórini koma til Føroya, skulu tey hava eina heilsuváttan. Henda skal ikki vera eldri enn 48 tímar, tá ið djórini byrja ferðina til Føroyar. Ein djóralækni skal vátta, at djórini eru frísk, og at tey hava fingið allar neyðugar viðgerðir. Umframt tað skal ein embætisdjóralækni skriva undir heilsuváttanina. Henda váttan kann fáast frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella á teirra heimasíðu www.hfs.fo.
Hvølpar og kettlingar
Hundahvølpar og kettlingar skulu hava somu heilsuváttan sum hundar og kettur.
Tá ið kelidjórini verða innflutt til Føroya, kannar Tolleftirlitið innflutningsloyvini og heilsuváttanina. Tolleftirlitið sendir eitt avrit til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum hevur eftirlit við innfluttum djórum og hevur mynduleika at nokta innflutningi.
Avlívast, sendast heim, ella viðgerast
Tað kann gerast neyðugt at nokta innflutningi, um illgruni er um smittandi sjúku, vantandi innflutningsloyvi ella heilsváttan, ella um heilsuváttanin ikki er útfylt til fulnar. Um okkurt av hesum hendir, so avtalar Heilsufrøðiliga Starvsstovan við eigaran, um djórið skal sendast aftur, um tað skal setast í sóttarhald, um tað skal koppsetast og viðgerast, ella um djórið skal verða avlívað.
Eigarin rindar
Tað er innflytarin sjálvur, sum rindar allar útreiðslur í sambandi við innflutning av djórunum.
Hesar kunngerðir, sum fyriskriva omanfyristandandi, eita Kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidjórum og Kunngerð nr. 14 frá 7. apríl 2004 um innflutning av eksotiskum djórum.
Eru spurningar hesum viðíkjandi, ber til at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna á telefon 356400.