Krokodillan fór við arminum

Chang Po-yo, djóralækni, helt, at krokodillan var doyvd. Løtu seinni hevði hann bara ein arm.


Chang Po-yo skuldi geva teirri 17 ára gomlu krokodilluni í djóragarðinum Shaoshan har suðuri í Taiwan heilivág, tí hon var sjúk. Hansara medarbeiðarar høvdu skotið krokodilluna við einum doyvandi ørvi, og tá Chang helt, at hon hevði fingið nóg mikið, stakk hann annan armin inn ígjøgnum eitt hol í hegninum og toygdi seg eftir ørvinum.

Men tað skuldi hann ikki havt gjørt. Krokodillan var als ikki doyvd, og áðrenn Chang fekk stundir til at umráða seg, hevði krokodillan bitið armin tvørturav um albogan.

Hini starvsfólkini í djóragarðinum lupu til og royndu at fáa krokodilluna at sleppa arminum, men hon slepti ikki fonginum, fyrr enn starvsfólkini høvdu skotið hana við doyvandi ørvum. Armurin varð alt fyri eitt koyrdur í ein frostposa og sendur á sjúkrahúsið, har Chang var. Sjey tímar seinni høvdu skurðlæknarnir seymað armin áaftur.

Krokodillan, sum beit armin av Chang Po-yo, er upprunaliga úr Nilen-dalinum í Egyptalandi. Djóragarðurin keypti hana fyri tíggju árum síðani frá einum taiwanskum manni, sum hevði havt hana sum húsdjór, skrivar blaðið China Post.