Nú skal tað verða lættari at hava eftirskúla í Føroyum. Tað er endamálið við einum uppskoti, Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið. Hann sigur, at tað hevur verið at kalla ógjørligt hjá eftirskúlum at lúka treytirnar, lógin setir til næmngatal. Tí verður lógin broytt, so at einki ávíst krav verður sett til næmingatal, men hereftir skal myndugleikin meta um, antin næmingagrundarlagið er nøktandi, áðrenn skúlin verður góðkendur.
Í lógini er tað eisini eitt ivamál um tað er eitt krav, at ein eftirskúli skal hava undirvísing til bæði áttanda, níggjuna og tíggjunda flokk. Men nú verður tað greitt, at tað kravið skal takast av, so at ein eftirskúli kann avmarka seg til at hava undirvísing til eitt floksstig, kanska bara til 10.flokk.