Kroatiskur landsliðsspælari tikin fyri at koyra fullur

Domagoj Vida hevði ikki minni enn 1,5 í promillu tá hann var tikin í Kiev í Ukraina

Leygardagin spæla Kroatia og Ísland HM-undankappingardyst á Maximir leikvøllinum í Zagreb í Kroatia.

 

Dysturin skal leikast uttan áskoðarar, sum er ein revsing til heimaliðið fyri vánaligan áskoðaraatburð. Tað eru tó ikki bara áskoðararnir hjá Kroatia, sum hava ein stóran trupuleika við atburði. Sama er galdandi fyri kroatiska landsliðsspælaran, Domagoj Vida, sum spælir við ukrainska stórliðnum, Dynamo Kiev. 

 

4. november var kroatiski landsliðsspælarin steðgaður av løgregluni í Kiev, tá hann koyrdi ávirkaður við sínum Mercedes Benz bili. Domagoj Vida hevði ikki minni enn 1,5 í promillu, sum er fimm ferðir omanfyri hægst loyvda promillumarkið í Ukraina. 

 

Løgreglan í Kiev hevur tikið koyrikorti frá Domagoj Vida, sum nú er heima í Kroatia fyri at fyrireika seg til HM-undankappingardystin ímóti Íslandi.

 

Kroatia og Ísland eru oddalið í HM-undankappingarbólki I við sjey stigum hvør fyri tríggjar dystir.