Ivan Perisic er stóra hetjan hjá Kroatia, ikki minst aftaná hann søkti Spania, tá Kroatia vann 2-1 á Spania í bólkaspælinum.
Ivan Perisic er sjálvur ein ógvuliga stórur Kroatia-patriot, og nú hevur hann eisini fingið sær eitt hársnið, sum prógvar hetta. Sum myndin omanfyri vísir, so hevur Ivan Perisic fingið sær tað tiltikna hvíta/reyða kroatiska mynstrið, sum hársnið. Við hesum nýggja hársniðinum ætlar Ivan Perisic at gera sítt til, at Kroatia koppar Portugal og Cristiano Ronaldo í kvøld klokkan 20.
Dagurin er væl valdur hjá Ivan Perisic. 25. juni í 1991, fyri júst 25 árum síðani loysti Kroatia frá tí felags, jugoslaviska ríkinum.
Mong leggja upp til, at dysturin í kvøld er dysturin millum Ivan Perisic og Cristiano Ronaldo. Kroatia hevur higartil gjørt tað væl betur enn Portugal. Kroatia hevur tveir sigrar og ein javnleik, meðan Portugal hevur tríggjar javnleikir. Hinvegin so er Cristiano Ronaldo komin í gongd við málskjótingina. Í 3-3 javnleikinum ímóti Ungarn skoraði Cristiano Ronaldo tvey mál, og legði upp til eitt mál hjá Nani.