Kroatia vísti stórspæl

Kroatiska liðið fekk uppreisn eftir ósigurin móti Brasil í fyrsta umfari. Kroatia vann ein sannførandi 4-0 sigur á Kamerun í kvøld.

Bæði liðini til dystin í kvøld skuldi reisa seg eftir ósigrar í fyrsta umfari av bólkaspælinum. Tað varð tó ikki ein so spennandi dystur, sum vónað var frammanundan. Frá byrjan av sást, at kroatiska liðið var greitt omaná.

 

Við góðum og skjótum spælið, sat Kroatia á tí mesta. Tað hevði eisini stóran týdning fyri Kroatia, at vandamikli álopsleikarin, Mario Mandzukic nú aftur var tøkur á liðnum, eftir at hava verið leikbannaður í fyrsta dystinum móti Brasil.

 

Tað vóru bert 11 minuttir leiktir av dystinum, tá Kroatia fekk lagt seg á odda 1-0. Málskjútti var Ivica Olic, ið til dagliga leikar fyri týska felagið Vfl Wolfsburg. 

 

Uppgávan hjá Kamerun gjørdist eisini uppaftur meira torfør, tá 40 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá varð Alex Song, ið er størsti profilurin á tí kamerunska liðnum vístur beinleiðis av vølli fyri hevnisøku. Alex Song leikar til dagliga fyri FC Barcelona.

 

Í seinna hálvleiki hevði Kroatia gott tamarhald á dystinum. Kroatia fekk lagt seg á odda 2-0, 3-0 og 4-0 í seinna hálvleiki. Ivan Perisic legði Kroatia á odda 2-0, meðan Bayern Munchen áleyparin, Mario Mandzukic, legði Kroatia á odda 3-0 og 4-0.

 

Sostatt er lagt upp til ein spennandi dyst í bólki A í fyrsta umfari, tá Meksiko og Kroatia bresta saman. Meksiko hevur 4 stig undan síðsta dysti, meðan Kroatia hevur 3 stig. 

 

Í hinum dystinum bresta Brasil og Kamerun saman. Sum avrikið hjá Kamerun hevur verið í teimum báðum fyrstu dystunum, er tað eingin ivi um, at Brasil er stórur favorittur til tann dystin.

 

Kamerun - Kroatia 0-4 (0-1)

0-1 Ivica Olic, 11.

0-2 Ivan Perisic, 48.

0-3 Mario Mandzukic, 61.

0-4 Mario Mandzukic, 74.

 

Kamerun 4-3-3:                                      Kroatia 4-2-3-1

Charles ItandjeStipe Pletikosa
Benoit Assou-EkottoDarijo Srna
Nicolas N'KoulouDanijel Pranjic
Stephane M'BiaVedran Corluka
Aurelien Chedjou (46. Danny Nounkeu)Dejan Lovren
Eyong EnohIvica Olic (69. Eduardo)
Joel MatipIvan Perisic (78. Ante Rebic)
Alexandre SongLuka Modric
Eric Choupo-Moting (75. Edgar Salli)Sammir (72. Mateo Kovacic)
Benjamin MoukandjoIvan Rakitic       
Vincent Aboubakar (70. Pierre Webo)Mario Mandzukic