Kroatia hevur júst vunnið fyrstu hálvfinaluna móti Fraklandi, og úrslitið gjørdist 24-23, eftir hálvleiksstøðuna 11-9.
Kroatar byrjaðu væl betur, og vóru á odda, so at siga allan dystin. Teir vóru sera neyvir í avslutningunum, og stóðu sera sterkir í verjuni. Ikki fyrr enn gott og væl 40 minuttir vóru farnir, kom Frakland upp á javnt, men tá tóktist tað, sum um at teir høvdu brúkt so nógva orku til júst at innheinta kroatarnar, at lítið var eftir. Hvussu er og ikki, so vunnu kroatar dystin og harvið sess í morgindagsins finalu.
Stóri skjúttin hjá kroatum í dag, var Petar Metlicic, meðan Nicola Karabatic og Daniel Narcisse spældu ótrúliga væl fyri Frakland.
Nú verður spennandi at fylgja við, um Danmark skal megna at náa finaluni eisini.