Kroatiska tjóðartingið samtykti í dag at góðtaka treytirnar fyri limaskapi í Evropasamveldinum. Allir teir 136 tinglimirnir atkvøddu fyri.
Fyrr í ár var fólkaatkvøða um sama mál, og har var eisini stórur meiriluti fyri ES-limaskapinum.
Øll ES-londini hava skrivað undir limaskapssáttmálan við Kroatia, men hann skal eisini góðkennast í teimum einstøku tjóðartingunum. Gongst sum ætlað, verður Kroatia formliga ES-land í juli næsta ár sum tað 28. limalandið í samveldinum.