Kroatar kenna seg snýttar

(Kjak - HM 2014) Átti Brasil brotsspark, ella var talan um film frá Fred?

Brasil vann setanardystin móti Kroatia 3-1. Kroatia kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men so javnaði Neymar, áðrenn Brasil í seinna hálvleiki fekk brotsspark, sum Neymar skoraði upp á. Oscar staðfesti sigurin stutt fyri tíð.

 

Les eisini: Bíligt brotsspark bjargaði Brasil

 

Mest umtalaða støðan í dystinum er í seinna hálvleiki, tá stóri og sterki framherjin hjá Brasil, Fred, fer umkoll í brotsteiginum hjá Kroatia.

 

Les eisini: Brasil; HM favorittar við veikleikum

 

Sjónvarpsmyndirnar vísa, at talan ikki er um brotsspark, men heldur um at framherjin yvirspælir hendingina. Yuichi Nishimura, japanski dómarin, er tó ikki í iva og peikaði á brotssparksblettin. Neymar tekur brotssparkið og skorar, men tað er ikki sannførandi, tí málverjin fær hondina á og skuldi helst havt tikið skotið.

 

Les eisini: Hvør vinnur HM? (Tín meining)

 

So er spurningurin, um tú heldur at talan var um brotsspark?

 

Les eisini: Tíggju spælarar at halda eyga við til HM