Norska manslandsliðið í manshondbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 í París sín týdningarmiklasta landsdyst nakrantíð, tá teir spæla HM hálvfinalu ímóti Kroatia.
Noreg hevur vunnið seks av sjey dystum í HM endaspælinum higartil, og hava bara tapt ímóti fronsku vertunum og favorittunum í bólkaspælinum.
Norðmenn hava góðir vónir til dystin ímóti Kroatia. Men VG hevur sæð uppá nøkur hagtøl, sum væl og virðiliga vísa, at Kroatia hevur nógv fleiri royndir, tá um týðandi og avgerandi dystir ræður.
Noreg hevur bert verið í einari hálvfinalu, og tað var til EM-endaspælið í Pólandi í fjør. Noreg tapti til Týskland 33-34 aftaná longda leiktíð. Kroatia hinvegin hevur verið í ikki færri enn 17 HM, EM og OL hálvfinalum síðani landið byrjaði at kappast í altjóða ítrótti, sum sjálvstøðug tjóð frá 1993.
VG vísir á hesi hagtølini, sum tann risastóra munin á royndunum hjá báðum londunum:
Gull: Kroatia 3 – Noreg 0.
Finalur: Kroatia 8 – Noreg 0.
Heiðursmerki: Kroatia 13 – Noreg 0.
Hálvfinalur: Kroatia 17 – Noreg 1