Kritisabul tíðindaflutningur

Edmund Joensen metir, at dekningurin hjá Kringvarpinum av valinum í Skottlandi, vísir eina dulda dagsskrá

Edmund Joensen finnst í lesarabrævi í dag at tíðindaflutninginum hjá Kringvarpi Føroya í samband við fólkaatkvøðuna í Skottlandi.

 

- Fleiri hava ivaleyst lagt til merkis, hvussu Tjóðveldi og Kringvarp Føroya hava verið í Skotlandi og malið um beinini á hvørjum.

 

Eins og Jóannes Eidesgaard finnst eisini Edmund Joensen at "fjákutu" atkvøðugreiðsluni hjá Høgna Mohr, og sigur, at hetta vísir hvørja dagsskrá Kringvarp Føroya hevur.

 

- Tá ið stórir tilburðir hava verið í ríkisfelagsskapinum, hevur kringvarpið ikki havt ráð til nakran sjálvstøðugan dekning. Men nú ein lítil risiko var fyri fullveldi í Skotlandi, vóru ongi smøl støð, skrivar Edmund Joensen.

 

- Hetta talar ímóti óheftni, og tað er kritisabult.