Kritikkur av seinasta dansinum hjá Michael Jordan

“The Last Dance” við Michael Jordan í høvðusleiklutium er fyri kritikki

Í ÍtróttarSosialinum ummæla og vísa vit javnan til filmar, dokumentarar og bøkur, sum hava við ítrótt at gera. Bæði føroyskan og útlendskan ítrótt. Nú føroyskur fótbóltur og partar av ítróttarheiminum byrja aftur, so hevur In.fo givið tykkum nøkur góð ráð at stytta um tíðina, meðan ítrótturin hevur ligið stillur.

*Dokumentarrøðin "The Last Dance" er at síggja á Netflix 

Eitt av boðunum var “The Last Dance”, sum er um seinasta árið hjá Michael Jordan í Chicago Bulls. Til kappingarárið 1997/98 er stjørnurnar á Chicago Bulls um at eldast. Liðið hevur vunnið fimm meistaraheiti frá 1991 til 1997, men nú er líkt til at stjørnur sum Scottie Pippen og Dennis Rodman hava sæð sínar bestu dagar, meðan fleirfaldi meistaravenjarin, Phil Jackson, fær at vita at hetta seinasta árið hjá honum. Síðani skal liðið endurbyggjast og tað verður eisini uttan Michael Jordan, sum bara vil spæla undir Phil Jackson.

Til hetta sama kappingarárið fær eitt sjónvarpslið atgongd til taka upp handan leiktjøldini í felagnum. Dokumentarserian er bygd upp soleiðis at tú sleppur við á ferðina hjá Chicago Bulls í 1997/98, men verður síðani undirbygt við søguligum tilfari og tilgongdini hjá spælarunum og fólkunum kring Chicago Bulls.

Dokumentarserian er í tíggju pørtum, sum allir eru tøkir á Netflix. Serian hevur sanniliga vakt vans millum ítróttaráhugaði og fleiri av teimum, sum eru partur av sendingini. Tað eru tey, sum hava sett seg afturá og notið søguna um heimsins besta kurvabóltsspælara nakrantíð.

Kritikkur av søgu forteljingini

Tað eru eisini tey, sum halda at “The Last Dance” gevur Michael Jordan eitt ov gott eftirmælið. Í onkrum av sendingunum sæst hvussu hann leggur eftir veiku spælarunum í felagnum. Sjálvur hedur hann fyri, at hetta er fyri at styrkja spælararnar til stóru dystirnar, men tað eru eisini tey, sum halda at hetta kemur undir beinleiðis happing og øðrum førum at hótta.

Millum annað verður víst á, at ein fyritøka hjá Michael Jordan er partur av framleiðsluni, og tí er alt góðkent av Michael Jordan og hansara fólki. Leikstjórin, Jason Hehir, hevur tó sagt at hann ongar avmarkingar hevur fingið í framleiðsluni av filminum.

Í seriuni er millum annað nógvur kritikkur av Jerry Krause, sum er ítróttarstjóri í Chicago Bulls. Sjálvt um hann er maðurin handan seks meistaraheiti, so fær hann ikki rós fyrr enn í tíggjunda og seinasta partinum. Hann doyði í 2017 og kann ikki verja seg ímóti niðurgerðingunum. Her hevur leikstjórin sagt, at Jerry Krause sjálvandi hevði fingið møguleikan at luttaka í sendirøðini, um hann var á lívi.

Tað hevur leingi verið mett, at Michael Jordan hevur trupulleikar við ludomani. Hetta kemur millum annað fram í bókini “The Jordan Rules”, sum Sam Smith skrivaði í 1992. Sam Smith hevur millum annað sagt, at sendirøðin er sum ein Hollywood filmur, sum byggir á eina sanna søgu, men ymiskt verður tillagað.

Fleiri spælarar halda eisini, at Michael Jordan í sendirøðini brýtur eina óskrivaða reglu, um ikki at tveita liðfelagar og kollegar undir bussin, sum tað mangan verður sagt í ítróttarmáli. “The Last Dance” verður ein varði í ítróttarfrásøgn, men kjakið um Michael Jordan heldur fram.