Kritikkur av Psykiatriska deplinum: Fólk liggja fastspent uttan eftirkanningar

Lemjandi atfinningar móti Psykiatriska deplinum. Fólk liggja fastspent uttan regluligar eftirkanningar, sigur Løgtingsins Umboðsmaður

 

Fólk liggja fastspent uttan eftirkanningar, einki eftirlit er við heilivágsgoymsluni og vesiumstøðurnar eru ikki nøktandi. Løgtingins umboðsmaður kemur við hvøssum atfinningum at psykiatriska deplinum

 

- Í fleiri førum vóru eftirkanningar av fastspentum sjúklingum ikki framdar tríggjar ferðir um samdøgrið, sum ásett er, ella býttar javnt yvir samdøgrið.

 

- Í fleiri førum var ikki skrásett, um sjúklingurin hevði givið samtykki til viðgerðarætlanina.

 

- Einki skipað eftirlit var við heilivágsgoymsluni á Psykiatriska deplinum, og at goymslan einans varð kannað, um illgruni var um óreglusemi.

 

- Baði- og vesiumstøðurnar á Psykiatriska deplinum eru als ikki nøktandi.

 

Hetta eru nakrar av viðmerkingunum hjá Løgtingsins Umboðsmanni, nú hon hevur verið á eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum.

 

Eftirlitsvitjanin fevndi fyrst og fremst um stongda partin av psykiatrisku viðgerðareindini P40, og dentur varð lagdur á at kanna, um krøvini um tvingsil í psykiatrilógini verða hildin.

 

Millum annað fýlist hon altso á, at í fleiri førum eru fastspentir sjúklingar ikki eftirkannaðir tríggjar ferðir um døgnið, sum lógin ásetur. Í øðrum førum eru tær tríggjar kanningarnar ikki javnt býttar yvir samdøgrið.

 

Hon fýlist eisini á, at í fleiri førum er ikki skrásett, um sjúklingurin hevur givið samtykki til viðgerðarætlanina. Ei heldur var grundarlagið fyri frælsistøku eftirkannað til tíðina í fleiri førum, eins og at skrásetingin av teimum, sum viðvirka til eina tvingsilsfyriskipan ikki altíð var nøktandi.

 

Landssjúkrahúsið hevur boðað umboðsmanninum frá, at stig verða tikin til tess at betra um hesar umstøður.

 

Einki eftirlit við heilivági

Løgtingsins umboðsmaður hevði eisini at Psykiatriska deplinum fyri, at einki eftirlit er við heilivágsgoymsluni. Landssjúkrahúsið svarar umboðsmanninum, at tað metir, at nøktandi eftirlit er við heilivágsgoymslunum, men umboðsmaðurin svarar aftur, at somu atfinningar eru at síggja í frágreiðingini um dygdarmetingina av Landssjúkrahúsinum í februar í ár.

 

Heilsu- og Innlendismálaráðið lovar at taka spurningin um heilivágsgoymsluna upp við Landssjúkrahúsið.

 

Nýggj vesi um fýra ár

Løgtingins Umboðsmaður heitir eisini á Landssjúkrahúsið, um beinanvegin at betra um baði- og vesiumstøðurnar hjá sjúklingunum. Sólja í Ólavsstovu sigur, at hon veit, at nýggj høli eftir ætlan verða klár í 2021, men metir ikki, at hetta arbeiði kann bíða til tá.

 

Landssjúkrahúsið svarar, at tað ikki eru ráð til slíkar umfatandi umbyggingar, meðan Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur, at frá 2021 hava sjúklingar einastovu við vesi og baði.